Botox, filler og Andlitsviðgerðir

Diana er 2 árs lærlingur

 

Lækni fremur viðgerðirnar av botox og fillers

Botox:

  • 1 øki 1.800 kr.
  • 2 økir 2.500 kr.
  • 3 økir 3.200 kr.

Fillers:

  • 1 ml 3.000 kr.
  • 1 ml. eyðka filler 2.000 kr.
Fire and Ice

Ein eksfolierandi andlitsviðgerð, ið fær húðina at strála.

Er tillaga øllum húðtypum, so um tú hevur turra, sensitiva, irriteraða, reyðliga(erythem), akne rakta, unga ella aldrandi húð, kann hon stuðlast við Fire and Ice, eisini kalla ”the red carpet peel”.

Hendan viðgerin er góð til tín, sum hevur ruffluta húð, matt dæmi, fínar linjur og rukkir, stórar tilstoppaðar poknur, akne, akne arr og hyperpigmentering. Og ynskir at

  • útglatta og bleytgera húðina
  • økja evnaskifti(metabolisma) í kyknunum
  • enduskapa eina sunna glóð til matta húð
  • djúpreinsa og minka poknurnar
  • beróliga inflamation
  • onga ”down time”

 

Viðgering er uppbygd av reins, 2 aktivum maskum og avslutta við serum og krem.

Fyrst verur andliti reinsa 2 ferðir við Cleansing complex og Honey cleanse.

So fært tú ”fire” partin á. Tað er ein masku sum hitar og  eksfolieranr. Hendan maskan verur neutralisera og vaska av.

Síðan fært ”ice” partin. Hetta er ein kølandi, fuktgevandi og beróligandi maska.  húðin verur eisini lættliga masera við køli elementum, fyri eyka vælveru.

Vit avslutta við eygnakrem(eye complex), andlitsserum(super serum advanced), fukt serum ella krem alt eftir tíni húðtypu(hydra-cool serum ella moisturizing complex) og avslutta við sólkrem spf 30(Extreme protect spf 30)

(Viðgering sjálv tekur uml 45 min, men uml 1 tíma frá komu til tú ert úti aftur.

prísur 800kr)

 

Prodigy Peel System

útglattar, yngir og fyribyrgir.

 Prodegypeel er ein kraftig peeling, men yvirflatisk.

Fyrimunir við hesari peeling er at, hon hjálpir uppá akne, byrjandi ellistekin, minkar um óregluliga pigmentering og ger húðina meira javna í struktur og tóna, so at hon fær nýtt lív og útstráling.

Viðgerðin byrjar við at húðin verur reinsa og avspritta. Síðani fært tú 1-3 løg av peelingini smurda á húðina, alt eftir hvussu húðin reagerar. So verur ein boostari smurdur á og til síðast fært tú eitt fuktigheitskrem á. 

Beint eftir peelingina kennist húðin strøm og tú kanst vera eitt sindur reyð, sum tá tú hevur fingið ov nógva sól, hetta varar í nakrar tímar upp til 1 døgn. Eftir 1-2 dagar byrjar tú at skalla. Tað er ymiskt hvussu nógv tú skallar, tó at summi havi eina kraftigari húð og skalla ikki av hesari peelingini. Tú skallar í uml 3-5 dagar. Húðin er sært fyri hita og sól í 1 viku aftaná viðgerð og kann følast strømm og skríða eitt sindur.

Tað er týdningarmikið at tú heldur húðina fuktiga meðan tú skallar og at tú ikki pilkar tað turra av, men at tú kanst gnubba tað turra varliga av tá tú vaskar tær.

Tú mást gjarna brúka make-up aftaná, men minst til at vaska tað av áðrenn tú leggur teg um kvøldanar og at make-up penslar/beautyblendari osv er reinsa. Skift eisini koddavár so tað er reint uml 1 ferð um vikuna.

 Um tú er við barn ella gevur bróst kanst tu ikki fáa hesa viðgerðina.

 Man skal til eina viðtalu áðrenn fyrstu peeling, men hendan kann gerast sama dag.

Skinpen (microneedling)

Skinpen er fyrsta góðkenda ”microneedling” apparat.

Góðkent til at viðgera:

  • akne arr
  • stórar porur
  • fínar linjur og rukkur
  • Pigmentfeilir – hyperpigmentering/melasma/vitiligo
  • arr, t.d. eftir kirurgi
  • strekkmerkir(bert læknar kunnu gera hesa viðgerina)

Ein Skinpen viðger aktiverar 3 náttúrligar tilgondir í húðini: inflammation, proliferation og remodellering.

”inflamatión”: micronálinar í Skinpen prika gjøgnum húðina og á hendan hátt aktiverar tað immunverjuna til at reinsa hesi smáðu sárini, fáa tann skadda vevnaðin burtur, økja um blóðreinsli og byrja at uppbyggja nýggjan vevna.

”Proliferatión”: micro-sárini fyllast við nýggjum granulations vevnaði, m.a. Kollagen proteinum. Eisini stuðlar hetta upp undir eitt nýtt microblóðrensl.

”Remodellering”: sárini vera skift út við nýggjan húð venaða og blóðkørum fullum av kollagen og elastin. Og á hendan hátt verður húðin yngd.

Viðgerin tekum uml 45 min.

Tú kanst sjálv/ur smyrja lokaldoyvandi krem á 30 min áðrenn tú kemur, um tú ynskir doyving. Hetta fæst í hondkeyp á apotekinum. Tey flestu klára tó væl viðgerðina uttan doyving.

Viðgerin byrjar við at andliti verur vaska, so tað er reint og eingin sminku rest ella dálking frá luftini er á. So verður húðin spritta av og skinpen brúkt. Til síðst fæst tú krem á.

Aftaná viðger ert tú reyð/ur og tað kennist sum tá man hevur eina sólskoldan. Tað er ymsikt hvussu reyður ein er og hvussu leingi roðin varar, men fyrstu tímanir eftir eru ringast. Tú fært 2 krem heimvið. Eitt at brúka fyrsta døgn eftir tørvi. Tað hjálpur uppa strømmu heitu kensluna og heldur húðina fuktiga. Og eitt at brúka næstu vikuna sum vanligt fuktigheitskrem.

Tú mást ikki brúka makeup fyrsta døgn og bert skola tær við vatni.

Tey flestu kunnu fara til arbeiðis dagin eftir, men summi eru framvegis reyð tá.

Tað er frámælt at fáa sól fyrsta døgni og at brúka sólkrem aftaná og minka um sóleksponering næstu 72 tímanir eftir viðger.

Hørð venjing er frámæld 72 tímar eftir viðger, tá nógvur sveitti kann irritera sartu húðina.

Bíða við at brúka aktiv evni í tínari húðrøkt(t.d. A-vitamin, c-vitamin, osf) í 1viku aftaná viðger. Vanligt fuktigheitskrem og sólkrem er nokk.

Hvussu nógvar viðgerðir ein skal hava, er alt eftir hvat skal viðgerast, hvussu væl tín húð fornýggjast og hvussu væl tú ansar húðina annars.

Tó er vanligt at fáa millum 2 til 6 viðgerir við 4 vikum ímillum hvørja viðger.

Tó um tað er pigmentfeil man ynskir at viðgera kann man koma aðruhvørja viku.

Tú skalt vera yvir 18 ár og skalt til eina viðtalu sama dag sum fyrsta viðgerð.

Um tú hevur okkurt av fylgjandi, so er best at kontakta klinikkin áðrenn, so vit kunnu tosa um tað og taka neyðugu stig áðrenn viðger byrjar:

  • byrja viðger fyri herpex simplex dagin fyri
  • hevur autoimmunar sjúku
  • diabetis
  • tekur blóðtynnandi heiligvág, ibuprofen, fiskaolju, ingifer skot og hvítleyk
  • milt eksem og psoriasis í andlitinum
  • hevur eina søgu við kontakt dermatittis
  • um tu hevur havt hyperpigmentering í samband við aðra estetiska viðger

Man kann tó ikki fáa viðger um:

  • tú ert við barn ella ammar
  • hevur opin sár í økinum tu ynskir vðigjørt
  • ert sjúk ella hevur aktivta infektion í húðini ella eygunum
  • hevur tendens til keloid arr
  • aktivan húðkrabba (skal vera frískmelda/ur yvir 1ár fyri basal cellu carsinom og 5 ár fyri malignt melanom)
  • aktiva krabbameinssjúku
  • bløðarasjúkur
  • aktiva kroniskar húðsjúkur t.d. psoriasis, eksem í økinum tu ynskir at viðgera. Tó kanst tu fáa viðger um tú er vælviðgjørd og bert hevur smærri útbrot av og á.
  • Um tú hevur svera akne vulgaris tá tú ynskir viðger og aktivt svert rosacea(grad3 og yvir)
  • tekur isotretinoin(skal hava havt 6 mánaða pausu áðrenn viðger)
  • Scleroderma ella Ehler danlos syndrom
  • Ert sólbrend/ur
  • allergi fyri kirurgiskum stáli

 

  1. Skinpen riggar á arr, við at mekaniskt niðurbróta arrvevnaðin.
  2. Aktiverar enzym í kyknunum ( matrix metalloproteinase) fyri at endurskapa arrvevnaða so at kollagenfibranir og elastini legst á rættan hátt aftur.
  3. stimbrar blóðreinsli, vaksrar faktorar og leking.
  4. endurskapar gamlar kollagenfibrar og skapar nýtt kollagen og elastin. Sæst øking av kollagen typu I, III og VII, nýdannaðum kollageni og tropoelastin.
  5. Økir tjyktina av ytsta húðlagi(epidermis)
  6. aktiverar keratinocyttanir og endurnýggjar normala pigmentframleiðsluna í hyperpigmenteraðum økjum. Hetta fer fram gjøgnum ”dermal-epidermal” krossing
Skinbooster

til tín sum ynskir at minka um fyrstu teknini uppá fotoskaða við at rehydrera húðina, økja um elastisitetin og fastleikan og hervið eisini minka um fínar linjur.

Í mun til ein fillara, gevur ein skinboostari ikki fyllu, so tað broytir ikki tína útsjónd annað enn eina betri og meira strálandi húð.

Skinboostari hevur hylauronsyru og glycerol í.

Blandingin av hylauron og glycerol skapar eina langtíðarvirkandi fuktgevandi effekt, við m.a. at súgva vætu frá dermis(undirhúðini) til stratum korneum(uttasta lagi av húð), samstundis sum glycerol eisini stuðlar undir virknaðin hja hylauronsýruni.

Tá tú kemur til viðgerð byrja vit við at leggja doyving á økini sum skulu viðgerast. Hesa liggur tu við eina løtu. Síðan verður húðin turka og avspritta so øki er heilt reint. Skinboostarin verur sprændur inn við fínari nál, teknikkur er eitt sindur ymiskur alt eftir hvat dentur er lagdur á til viðgerðina.

Eftir viðgerð kanst tu merkja at húðin er heit og tú kanst vera eitt sindur reyð/ur. Hetta leggur seg heilt skjótt. Summi fáa nakrar lítlar ”knubbar” sum leggja seg innanfyri uml 1 dag.

Tú kanst brúka make-up 4 tímar eftir viðgerð um tað er neyðugt, men gott um tú kanst bíða til dagin eftir.

Tú skal vera 18 ár ella eldri og tú skal eisini til eina læknaviðtalu 48 tímar áðrenn fyrstu viðgerð. Hevur tú verið til viðtalu um fillara er ikki neyðugt eisini at koma áðrenn skinbooster eisini.

Botox

Botox

Botolinumtoxin typa A er eitt nervagift, ið forðar vøddunum í at trekkja seg saman. Á hendan hátt slættnar húðin omaná ávirkaða vøddanum. Á hendan hátt kunnu vit viðgera mimiskar linjur har vit ikki ynskja at hava tær ella har vit ynskja at minka um tær. Hjá summum kann botox eisini hjálpa uppá spenningshøvupínu og/ella tannagríslan.

Tað er tó ikki altíð, at allar linjur/rukkur hvørva heilt. T.d. um tær eru djúpar ella um tær liggja so, at tað ikki gevur eitt pent úrslit um eingin muskul aktivitetur er á einum ávísum stað.

Frá tú fært viðgerð til tú merkir virknaða nakrir dagar og full effekt sæst eftir uml 2 vikur.

Viðgerðin heldur í miðal í uml 3 mánðar, men tað varierar og hjá summum heldur hon heilt upp í 6 mánaðar.

Økir sum kunnu viðgerast:

  • millum eygnabrýrnar(bekymringsrukkan ella glabella)
  • pannan
  • eygu(”kragetær” ella smílirukkur)
  • eygnabrúgvslyft
  • tannkjøtssmíl
  • lipflip
  • ”bunnylines” (á síðuni á nøsini)
  • súrir munnvigar
  • høka
  • hálsur(platysma)
  • tyggimusklar(masseter)
  • hyperhidrosis/sveitti á hondflatum, fótinum, armholum

Viðgerðin:

húðin verður spritta av og ein lítil mong av botox verur sprænd inn við fínari nál. Tað kann svíða eitt lítið sindur men er skjótt yvirstaði.

Tað er lógarkrav at tú ert 18 ár ella eldri og at tú hevur verið til eina viðtalu minst 48tímar áðrenn fyrstu viðgerð.

Filler

Ikki permanetur fillari er framleiddur av hylauronsýru, sum er ein av grundarsteinunum í húðini.

Hylauronsyra bindur vætu og fuktar húðina so hon heldur seg bleyta og elastiska

Fillari kann nýtast til at viðlíkahalda fyllu ymsastaðni í andlitinum, oyrunum ella ”décolletage”, men kann eisini nýtast til at uppbyggja umráði ein ymskir størri(so sum varrar, kinnabein, høku, ella kjálkabein) og minka um linjur og djúpar rukkur/furur.

Viðgerðin byrjar við doyvandi krem, um tað eru varrar ella øki runt um varranar sum skal viðgerast.

Síðan verður húðin sóttreinsa og fillarin sprændur inn.

Tú kanst vænta at vera eitt sindur reyð, hovin og eym á viðgjørda umráðinum í nakrar dagar aftana viðgerð. Eisini kunnu koma blámerkir.

 

Tað er lógarkrav at tú ert 18 ár ella eldri og hevur verið til eina viðtalu minst 48 tímar áðrenn fyrstu viðgerð.

 

 

Fillers og Botox

af okt 24, 2023

PARK

Hoydalsvegur 19
100 Tórshavn
Tel. 205020

Upplatingartíðir

Mánadag – mikudag: 9-17
Hósdag og fríggjadag: 9-18
Leygardag: 9-14
Sunnudag: stongt

Fylg okkum