Permanent make-up

Diana er 2 árs lærlingur

Brýr

Endamálið vid permanent makeup er at undirstrika tín natúrliga vakurleika, fáa symmetri, fylla upp- og markera tínar brýr á ein natúrligan hátt. Ert tú von við at sminka brýrnar myrkar og markantar, so er umráðandi at skilja, at hetta allarhelst ikki ger, at tú sleppur undan tí, av tí at vit ikki gera brýrnar myrkari enn tín húðarlitur kann bera. Hetta kemst av at óynsktir undirtónar, so sum bláligir tónar, kunnu koma, um liturin verður ov myrkur, og so ynskja vit eisini at varveita tað natúrliga look’ið, men hetta fer at gera tað nemmari fyri teg at tegna upp tá tað er neyðugt, av tí at formurin er har. Vit máta brýrnar væl upp við hjálpa av tólum, fyri at tryggja at tær verða meira symetriskar og hóska til títt annlit.

Vit gera tríggjar ymsar teknikkir av permanent makeup á eygnabrýr

  • Shading/ombré (skuggar)
  • Microblading/hairstrokes (hárstrá)
  • Hybrid (ein blanding av skugga og hárstrá)

Shading/ombré

Skuggi kann vera alt frá einum heilt lættum nátúrligum skugga, til miðal- og síðan ein- eitt sindur meira markantan, myrkan og fullan skugga, alt eftir hvat kundin ynskir og klæðir. Eisini kann man velja frá heilt ljósum liti. Tað er ymiskt hvussu leingi tad heldur, alt eftir hvat fyri húð kundin hevur, hvussu myrkan lit kundin fær og hvussu væl kundin passar uppá brýrnar eftirfylgjandi. Her sæst trý dømir.

 

Diana er 2 árs lærlingur

Soft

Diana er 2 árs lærlingur

Medium

Diana er 2 árs lærlingur

Full

Microblading

– hárstrá

Diana er 2 árs lærlingur

Hárstrá vera gjørd í millum tíni egnu ella fylt í har tu manglar hár, og sær sera natúrligt út. Tó skal viðmerkjast at hendan viðgerðin ikki er vælegna til oljuta- sensitiva- ella atrofiska húð. Tí viðmæla vit altíð eina viðtalu áðrenn ein ætlar sær at fáa viðgerðina. Microblading heldur sær í eitt sindur styttri tíð enn shading, av tí at man arbeiðir eitt sindur ovaligari á yvirflatuni av húðini.

 

Hybrid

– skugga og hárstrá

Diana er 2 árs lærlingur

Hybrid er til tann i ynskir sær eitt meira 3 dimensionelt look, og eitt sindur meira av fyllu enn hvat microblading kann gera.

 

Prísur fyri permanent
make-up brýr

  • Shading/ombré 4800,-
  • Microblading 4800,-
  • Hybrid 5000.-

Allir prísirnir omanfyri innibera tvær eyka ífyllingar innan 3 mðr.

 

  • Uppfrískan innan 1 ár kr. 1000,-
  • Uppfrískan 1-2 ár kr. 1500,-
  • Uppfrískan innan 3 ár kr. 2500,-
  • Rætting av brúm, sum ikki er gjørt  hjá Park v/1 uppfylling kr. 4000,-
    Tó er neyðugt at ein kemur til viðtalu áðrenn hetta.

PARK

Hoydalsvegur 19
100 Tórshavn
Tel. 205020

Upplatingartíðir

Mánadag – mikudag: 9-17
Hósdag og fríggjadag: 9-18
Leygardag: 9-14
Sunnudag: stongt

Fylg okkum