Permanent make-up
Brýr
Endamálið vid permanent makeup er at undirstrika tín natúrliga vakurleika, fáa symmetri, fylla upp- og markera tínar brýr á ein natúrligan hátt. Ert tú von við at sminka brýrnar myrkar og markantar, so er umráðandi at skilja, at hetta allarhelst ikki ger, at tú sleppur undan tí, av tí at vit ikki gera brýrnar myrkari enn tín húðarlitur kann bera. Hetta fer at gera tað nemmari fyri teg at tegna upp tá tað er neyðugt, av tí at formurin er har. Vit máta brýrnar væl upp, fyri at tryggja at tær verða symetriskar og hóska til títt annlit.
Varrar
Við permanent make-up á varrum, kann ein- fáa meira symmetriskar varrar, -fáa varrarnar at tykjast fyldigari við at fylla lit í líka uttanfyri tín natúrliga varrakant -og eisini kann ein bara fáa meira markantar og litaðar varrar.
Eyeliner
Eyelinari kann fáa tínar vippur at tykjast myrkari og tættari og eisini kann hann lyfta eyguni eitt sindur upp uttast við.
Vit gera tvey ymisk look, og stremba eftir tí natúrliga lætta look’inum, tí er umráðandi at minnast at hetta ikki skal síggja út sum tú hevur make-up á, men heldur er endamáli at markera tíni eygu.
PARK
Upplatingartíðir
Mánadag – mikudag: 9-17
Hósdag og fríggjadag: 9-18
Leygardag: 9-14
Sunnudag: stongt